Hví gerast vertur á eatlocal?
Á eatlocal kanst tú lættliga og sikkurt bjóða gestum til eina máltíð heima hjá tær. Vit gera títt tilboð sjónligari fyri ferðandi og føroyingum.Verð sikkur við okkum
Lat okkum standa fyri tí tunga arbeiðinum. Vit avgreiða øll gjøld fyri bíleggingar og avlýsingar.Gestir gjalda fyri hvørja bóking á heimasíðuni eatlocal.fo. Á henda hátt er verturin tryggjaður, um so er at gesturin avlýsir ella ikki møtir upp.
Hvat kostar tað?
Tað er ókeypis at skráseta og lýsa við sínum heimablídni tiltaki á eatlocal.fo. Hvør bóking kostar 15% av sølu upphæddini og restina fært tú stutt eftir at tiltakið hevur verið.Treytir
Avlýsingaravtala fyri gestirUm gestir avlýsa áðrenn 72 tímar eru til tiltakið byrjar, fær verturin 50% av goldnu upphæddini aftur. Um gestir avlýsa eftir 72 tímar eru til tiltakið byrjar, fær verturin fulla upphædd sum gesturin hevur goldið, tó verður 15% trekt av í provisión til eatlocal ÍVF.
Avlýsingaravtala fyri vertirUm tiltakið ikki kann haldast, skal verturin avlýsa sum skjótast. Avlýsingar skulu fráboðast umvegis telduposti á eatlocal ÍVF á [email protected] og til gestin/gestirnar. Um ein vertur avlýsir tiltakið, fær gesturin fulla upphædd aftur.
Um avlýst verður, skal verturin gjalda 300,00 kr pr. tiltak. Hetta fyri at dekka útreiðslur fyri peningaflutning og avgreiðslugjald til gestin. Tvs. at verturin rindar 300,00 kr. óðansæð hvussu nógvir gestir hava bílagt pláss til avlýsta tiltakið.
Váttan av tiltaki/bíleggingÁðrenn bíleggingin er endaliga vátta, skal verturin vátta fyrispurningin. Um so er at tiltaki ikki krevur váttan frá vertinum, er bíleggingin galdandi tá gesturin hevur goldið.
ProvisiónEatlocal tekur 15% í provisión fyri hvørja bílegging. Viðmælt verður, at hetta verður rokna uppí uppruna prísin av tiltakinum.
Útflýggjan av peningiPeningurin verður útflýggjaður á konto hjá vertinum 1. og 15. í hvørjum mánaði. GG. Í fyrsta lagið 3 dagar aftaná tiltaki hevur verið.
IvamálEru ivamál ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at senda ein teldupost til [email protected] ella við brævi til Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn, Faroe Islands.